Published June 30, 2022 | Version v1
Report Open

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Description

Í sambandi við at Kaldbaksfjørður eftir ætlan skal bjóðast út til kræklingaalifjørð, hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan heitt á Fiskaaling um at lýsa ávirkanina av vindi, avfalli og sjóvarfalli á rák og útskifting á Kaldbaksfirði.

Úrslitini vístu, at sjógvurin innígjøgnum fjørðin var sera einsháttaður. Eisini var lítil munur á sjónum beint uttanfyri gáttina, og innanfyri gáttina. Útskiftingin av sjónum í Kaldbaksfirði er fyrst og fremst drivin av einum estuarinum ráki, har ið tað er frárenningin av feskvatni, ið drívur rákið. Feskvatnið blandast við sjónum í einum ovara lagi sum rennur út av fjørðinum og sjógvur uttanífrá verður sogin inn. Áleið halvan mai byrjaði ein trýlags lagdeiling á fjørðinum har botnlagið gjørdist avlæst. Um summari var útskiftingin minni enn um veturin, og tí vil mikrobiel dálking vera longri á fjørðinum um summarið, enn um veturin. Tó bendu mikrobiellar kanningum á, at størsta dálkingarkelda var avrenning frá landi við avfalli, heldur enn frá kloakkleiðingum. Tað estuarina rákið ger, at tá nógv avfall er, er útskiftingin eisini skjótari. Um stórt áarføri er um summarið, við einum tíðarskeiði við turka aftaná, er vandi fyri, at dálkingin verður leingi á fjørðinum.

Files

2022-03 Fjarðarannsókn, Kaldbaksfjørður.pdf

Files (26.0 MB)

Name Size Download all
md5:c9e301b52d5b3a9c82fc35555990bb2b
26.0 MB Preview Download